Ísrael
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ísrael ella Ísraelsland (hebraiskt: יִשְׂרָאֵל, Yisrā'el; arábiskt: إِسْرَائِيل, ʾIsrāʾīl), alment kent sum Ísraelsríki (hebraiskt: מְדִינַת יִשְׂרָאֵל, Medīnat Yisrā'el; arábiskt: دَوْلَة إِسْرَائِيل, Dawlat ʾIsrāʾīl), er eitt land í Miðeystri, statt eystan fyri Miðjarðarhavið. Landið hevur mark við Libanon í norðri, Sýria í ein landnyrðing, Jordan og Vestara Áarbakka í eystri, Egyptaland og Gasageiran í ein útsynning og hevur mong, landafrøðiliga ymisk eyðkenni í lutfalsliga smáa øki sínum [1][2]. Ísraelska ríkið var sett á stovn í 1948, til tess at jødar um allan heimin skuldu eiga eitt heimland. Ísrael er einasta land í heiminum, har meginparturin av íbúgvunum eru jødar, og er ásett av ísraelsku stjórnini at vera jødiskt fólkaræði [3].
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: "Hatikvah" | |||
Alment mál | Hebraiskt, Arábiskt | ||
Høvuðsstaður | Jerúsalem | ||
Forseti | Isaac Herzog (יצחק הרצוג) | ||
Forsætisráðharri | Benjamin Netanyahu (בִּנְיָמִין נְתַנְיָהוּ) | ||
Fullveldi | 14. mai 1948 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
20 770/22 072 km² 2,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
8.238.300 387,63/km² | ||
Gjaldoyra | Shekel (ILS) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .il | ||
Telefonkota | +972 | ||
Landsparturin hevur havt fleiri nøvn, sem Palestina, Judea, Samaria, Suðursýria, Sýria Palestina, kongsríkið Jerusalem, landsparturin Judea, Coele-Syria, Retjenu og Kanaan. Ísrael hevur umleið 7,2 mió. íbúgvar, og hevur tvey almenn mál: hebraiskt og arábiskt. Miðallívsævin í landinum er 82 ár. Av teimum 7,2 mió. fólkum, sum nú búgva í Ísrael, eru 20,5 % palestinarábar. Høvuðsstaður er Jerúsalem og aðrir stórir býir er Tel Aviv-Jaffa, Haifa og Rishon LeZion.