Yangtze
From Wikipedia, the free encyclopedia
Yangtze Áin (Enskt úttala: /ˈjæŋtsi/ ella /ˈjɑːŋtsi/), (Kinesiskt: 长江, Cháng Jiāng), kend í Kina sum Chang Jiang ella Yangzi, er tann longsta áin í Asia og tann triðlongsta áin í heiminum. Hon rennur ígjøgnum 6.300 kilometers (3.915 mi) frá jøklunum á Qinghai-Tibet háslettanum í Qinghai eystureftir gjøgnum útsynningspartin av Kina, mið-Kina og Eysturkina, áðrenn hon at enda rennur út á sjógv í Eysturkinesiska Havið í Shanghai.
Yangtze 长江 | |
Cháng Jiāng | |
Skýming yvir Yangtze ánna (Tríggjar Gjáir) | |
Land | Kina |
---|---|
Tvøráir | |
- vinstrumegin | Yalong, Min, Tuo, Jialing, Han |
- høgrumegin | Wu, Yuan, Zi, Xiang, Gan, Huangpu |
Býir | Yibin, Luzhou, Chongqing, Wanzhou, Yichang, Jingzhou, Yueyang, Wuhan, Jiujiang, Anqing, Tongling, Wuhu, Nanjing, Zhenjiang, Nantong, Shanghai |
Uppkoma | Geladaindong Peak |
- staður | Tanggula Mountains, Qinghai |
- hædd | 5.042 myh |
- koord. | 33°25′44″N 91°10′57″E |
Munni | Eysturkinesiska Havið |
- staður | Shanghai, og Jiangsu |
- koord. | 31°23′37″N 121°58′59″E |
Longd | 6.300 km[1] |
Vatnmark | 1.808.500 km²[2] |
Vandføring | |
- middel | 30.166 m³/s[3] |
- maks | 110.000 m³/s[4][5] |
- minimum | 2.000 m³/s |
Leiðin hjá Yangtze ánni gjøgnum Kina
|
Chang Jiang | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Kinesiskt navn | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Siðbundið kinesiskt | 長江 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
Einfalt kinesiskt | 长江 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
Bókstavilig meining | "The Long River" | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
| |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Yangtze áin | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Siðbundið kinesiskt | 揚子江 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
Einfalt kinesiskt | 扬子江 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
| |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tibetanskt navn | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tibetanskt | འབྲི་ཆུ་ | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Áin er tann longsta ið heiminum ið bert rennur gjøgnum eitt land. Hon veitir burtur vatn úr einum fimtaparti av jarðarøkinum í Kina, og í økjunum fram við ánni býr ein triðingur av fólkinum í Kina.[6] Yangtze áin hevur eisini millum heimsins størstu frárenslum.
Ein partur av Yangtze rennur gjøgnum djúpar gjáir í vestara Yunnan og er partur av Tjóðarlundini Tríggjar Javnfjarar Áir í Yunnan, ið er ein UNESCO Heimsarvur.
Vatnbyrgingin hjá teimum trimum gjáunum í Yangtze ánni er heimsins størsta vatnorkuverk.[7][8]
Yangtze áin spælir ein stóran leiklut í søgu Kina og fyri búskapinum í landinum. Tað múgvandi Yangtze áarósin framleiðir eisini so nógv sum 20% av BTÚ hjá Kina.