Victoria (British Columbia)
From Wikipedia, the free encyclopedia
Victoria er ein býur nærindis Kyrrahavsstrondini í vestara parti av Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum British Columbia.
Henda greinin er ikki tann einasta við heitinum Victoria. Hygg at Victoria (fleiri týdningar) fyri at finna aðrar greinir við hesum heitinum. |
Skjót fakta Kort, Grunddáta ...
Victoria, British Columbia | |
---|---|
Kort | |
Grunddáta | |
Land: | Kanada |
Landslutur: | British Columbia |
Vídd: | 19,5 km² |
Íbúgvar (2016): | 85.800 |
fyri km²: | |
Heimasíða: | www.victoria.ca |
Lat aftur
Victoria liggur uml. 100 km sunnan fyri Vancouver, heilt úti á landsynningsendanum á oynni Vancouver Island, beint við markið til stakríkið Washington í USA. Amerikanski stórbýur Seattle er uml. 100 km í ein landsynning úr Victoria. Tað 154 km langa og 20 til 40 km breiða sundið sunnan fyri oynna eitur Strait of Juan de Fuca. Sundið á markinum millum Kanada og USA er ein partur av Salish Sea.
Í 2016 búðu í Victoria umleið 85.800 fólk.[1] Býurin varð grundlagdur undir heitinum Fort Victoria í 1843.