Tansania
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tansania (swahili: Jamhuri ya Muungano wa Tanzania, enskt: United Republic of Tanzania), ella Sameinda Lýðveldið Tansania er stórt land í Eysturafrika við umleið 41 mió íbúgvar. Í eystri hevur Tansania mark við Indiahav, í suðuri við Mosambik, Malavi og Sambia, í norðri við Kenja og Uganda og vesturi er Tanganyikavatn og Ruanda og Burundi. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og swahili.
| |||
Tjóðarslagorð: Uhuru na Umoja | |||
Tjóðsangur: Mungu ibariki Afrika (føroyskt: Guð vælsigni Afrika) | |||
Alment mál | Enskt og swahili | ||
Høvuðsstaður | Dodoma | ||
Forseti | Samia Suluhu Hassan | ||
Løgmaður | Kassim Majaliwa | ||
Fullveldi | 9. desember 1961 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
945,087 km² 6,2 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
41 048 532 43,4/km² | ||
Gjaldoyra | Tansanianskur skillingur (TZS) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .tz | ||
Telefonkota | +255 | ||
Tansania var til sum ríki, tá ið Tanganyika og oyggin Sansibar løgdu saman.