Sarah Bernhardt
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sarah Bernhardt (Fronsk úttala:sa.ʁa bɛʁ.nɑʁt;)[1] fødd umleið 22/23. oktober 1844, doyði 26. mars 1923) var ein fronsk sjónleikarinna, sum framførdi bæði á palli og seinni eisini í filmum. Hon verður ofta umrødd sum ein av teimum kendastu sjónleikarinnunum í heiminum.[2] Bernhardt gjørdist kend, tá hon leikti sjónleikir á palli í 1870'unum í Fraklandi, og skjótt vóru boð eftir henni kring um í Evropa og USA.