Milano
From Wikipedia, the free encyclopedia
Milano (á lombardiskum: Milan) er næstmest fólkaði býur í Italia, høvuðsbýur í landslutinum Milano og høvuðsstaður í regiónini Lombardia. Sjálvur býurin Milano hevur eitt fólkatal á umleið 1,3 milliónir, meðan alt stórbýarøkið Milano er fimt størstur í ES við einum fólkatali á umleið 5.264.000.[1] Sagt verður eisini, at um allir forstaðir vera taldir við, so er fólkatalið millum 7 og[2][3][4] 10 milliónir[5] fólk og strekkir seg yvir landlutirnir Milano, Bergamo, Como, Lecco, Lodi, Monza og Brianza, Pavia, Varese, Novara. Sagt verður, at stórbýarøkið Milano er partur av tí sonevndu Blue Banana, ið er tað øki av Evropa við tí hægsta fólkatalinum og tættleika viðvíkjandi ídnaði.[6] Býurin Milano liggur við ánna Olona. Í býnum er ein av kendastu operapallum í heiminum, Teatro alla Scala ella "La Scala".