Lincoln (Ongland)
From Wikipedia, the free encyclopedia
Lincoln er ein býur í Onglandi, 253 km norðan fyri London. Har í Lincoln búðu í 2018 fleiri enn 99 túsund fólk.[1] Býurin liggur í greivadøminum Lincolnshire, sum er partur av East-Midlands økinum. Høvuðssætið hjá greivadøminum er í Lincoln.
Mest stórsligni bygningurin í býinum er dómkirkjan "Lincoln Cathedral" ið varð reist í 1072. Áin Witham rennur ígjøgnum býin.