Gruffydd ap Llywelyn
From Wikipedia, the free encyclopedia
Gruffydd ap Llywelyn (norðurwalisiskt: Gruffudd ap Llywelyn; føddur um 1010 í Gwynedd, deyður 5. august 1063 í Snowdonia) var kongur í teimum báðum walisisku ríkjunum Gwynedd og Powys frá 1039 til deyða sín. Í móti endanum av sínum lívi hevði hann umsíður tikið sær vald yvir øllum Wales í 1057. Í tíðarskeiðinum har Wales var eitt sjálvstøðugt ríki, var hann tann einasti ið ráddi yvir walisiska landinum sum heild.[1]