Fulham F.C.
From Wikipedia, the free encyclopedia
Fulham Football Club er eitt fótbóltsfelag úr enska høvuðsstaðinum London. Býlingurin Fulham liggur í býarpartinum Hammersmith and Fulham, vestarlaga í London.
Felagið varð sett á stovn í 1879 og limaði seg inn í The Football League í 1907. Besta liðið, við kelinøvnunum "Cottagers", kappast í løtuni í Premier League, sum er besta enska fótbóltsdeildin. Heimadystir hjá felagnum verða spældir á Craven Cottage í Fulham, sum rúmar fleiri enn 19 túsund fólkum.[1][2] Síðan 2019 er Scott Parker høvuðsvenjari.[1][3]