Fjodor Dostojevskij
From Wikipedia, the free encyclopedia
Fjodor Mikhajlovitsj Dostojevskij (Фёдор Михайлович Достоевский; føddur 11. november 1821 í Moskva (30. oktober eftir julianska kalendaranum), deyður 9. februar 1881 (28. januar eftir julianska kalendaranum) í Sankta Pætursborg) var ein russiskur rithøvundur, sum hevur havt stóra ávirkan á bæði russiskar og ikki-russiskar rithøvundar. Dostojevskij menti tað realistisku skaldsøguna til eisini at kanna sálarfrøðina hjá menniskjum og serliga hjá menniskum, ið uppliva svárar sinnissjúkur. Hann var sera nógv upptikin av tí slavisku hugsjónini og av kristnu trúnni; ein av hansara týdningarmestu tesum var «um Gud er deyður, so er alt loyvt.»
Fyodor Dostoyevsky | |
---|---|
Andlitsmálningur av Dostojevskij eftir Vasilij Perov, 1872 | |
Fødd(ur) |
Fjodor Mikhailovich Dostojevskj (1821-11-11)11. november 1821 Moskva, Russiska keisaraveldi |
Andaðist |
9. februar 1881(1881-02-09) (aldur 59) St. Pætursborg, Russiska keisaraveldi |
Tjóðskapur | Russiskur |
Útbúgving | Tekniska Universiteti, St. Petersburg |
Tíðarskeið | 1846–1881 |
Slag | Skaldsøga, stuttsøga, journalisma |
Evni | Sálarfrøði, heimspeki, trúgv |
Bókmentarørsla | Realisma |
Týðandi verk |
Notes from Underground Crime and Punishment The Idiot Karamasov-brøðurnir |
Hjúnafelagi |
|
Børn |
Sonja (1868) Ljubov (1869–1926) Fjodor (1871–1922) Alexeij (1875–1878) |
| |
Undirskrift |
Fleiri rithøvundar innan surrealismuna, eksistensialismuna og beat-ættarliðið meta Dostojevskij sum keldu til íblástur.[1] Dostojevskij verður mettur sum undangongumaður fyri russiska symbolismu,[2] eksistensialsmu,[3] ekspresjonismu[4] og psykoanalysu.[5]
Heðin Brú hevur týtt tvey av kendastu verkum hansara til føroyskt: Karamassov-brøðurnir og Tey á Steffansleiti.