Cincinnati
From Wikipedia, the free encyclopedia
Cincinnati er amerikanskur stórbýur í stakríkinum Ohio. Býurin varð stovnaður í 1788. Í 2017 hevði Cincinnati næstan 300.000 íbúgvar og harvið er hann triðstørsti býur í Ohio, næst eftir Columbus og Cleveland.[2]
Skjót fakta Skjøldur, Kort ...
Cincinnati, Ohio | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Ohio |
Vídd: | 206 km² |
Íbúgvar (2017): | 298.957[1] |
fyri km²: | 1,47 /km² |
Grundlagdur: | 1788 |
Borgarstjóri: | John Cranley (D) |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Kort: | 39°06′00″N 84°31′00″W |
Heimasíða: | cincinnati-oh.gov |
Lat aftur
Cincinnati liggur í útsynningshorninum av stakríkinum, framvið norðara áarbakka av Ohioánni. Hinumegin rennur Lickingá út í Ohioánna. Markið millum stakríkini Ohio í norðri og Kentucky í suðri gongur her eftir Ohioánni.