Alfred Hitchcock
From Wikipedia, the free encyclopedia
Alfred Joseph Hitchcock (føddur 13. august 1899, deyður 29. apríl 1980) var ein enskur filmsleikstjóri. Hann varð føddur í Leytonstone í London, og doyði í Los Angeles í USA. Tveir av kendastu filmum hansara eru Psycho og The Birds.
Alfred Hitchcock gjørdist kendur kring heimin fyri sjónvarpsrøðirnar Alfred Hitchcock Presents og The Alfred Hitchcock Hour. Áðrenn og eftir hvønn part viðmerkti hann partin á ein skemtingarsaman og ofta eitt sindur groteskan hátt.
Hann fekk íblástur frá týskari ekspressionismu og fór í gongd við at leikstjórna filmar í heimlandinum Stórabretlandi, áðrenn hann byrjaði at arbeiða í Hollywood í 1939. Hitchcock leikstjórnaði meira enn 50 filmar árini 1922 til 1976 og í 35 av teimum sást hann í einum lítlum broti sum ein persónur í mongdini.[1] Hann er kanska ein av teimum kendastu og best umtóktu filmsleikstjórunum nakrantíð. Hugskot hansara og ríkidømi at finna uppá hevur havt ávirkan á nógvar filmsskaparar, framleiðarar og sjónleikarar.