Áland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Áland, svenskt: Åland, finskt: Ahvenanmaa er oyggjaland millum Finnland og Svøríki. Áland er partur av Norðurlondum og Norðurevropa, og hoyrir framvegis til Finnland. Áland hevur bara 27.000 íbúgvarar, t.v.s. beint omanfyri helvtina av Føroyum. Áland verður kallað friðaroyggjarnar. Tað er einasta sjálvstýrandi landøki í Evropa, sum er hernaðarfrítt og uttanveltað (neutralt) sambært millumtjóða sáttmála. Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Áland.
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Ålänningens sång | |||
Alment mál | Svenskt | ||
Høvuðsstaður | Mariehamn | ||
Forseti Finnlands | Tarja Halonen | ||
Landsráðharri | Viveka Eriksson (2007-) | ||
Fullveldi | Onki1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
6 784 km² 89 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
27 734 17,9/km² | ||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ax | ||
Telefonkota | +358-18 | ||
1Heimastýri síðani 1921. |
So at siga øll á Álandi hava svenskt sum móðirmál, og tá tað kemur til mentannina, so er talan um eina fyrndargamla, svenska mentan. Umleið 27.000 fólk hava heimstað á Álandi, umleið 10.900 av hesum búgva í høvuðsstaðnum, sum nevnist Mariehamn. Samlaða landaøkið er 1527 ferkilometrar. Tað eru heilar 6.757 oyggjar, hólmar og sker, sum hoyra til Áland. Størsta oyggjin, sum nevnist Fasta Áland er tó rættiliga stór. Hon er 1.010 ferkilometrar, og dekkar sostatt 2/3 av samlaða landaøkinum.