Yvirgangsálopini í París í november 2015
From Wikipedia, the free encyclopedia
Yvirgangsálopini í París í november 2015 var ein røð av skothendingum og bumbuatsóknum á seks ymiskum støðum í París, har ið minst 130 sivilfólk og 7 yvirgangsfólk hava latið lív og 368 fólk vóru særd,[4][7] av teimum 130 dripnu vóru 89 dripin í Bataclan konserthúsinum.[12][13][14][15] Álopini byrjaðu klokkan 21:16[16] við trimum einstøkum spreingingum og seks hópskotriðum inni í París — teirra millum vóru bumbubrestir nærindis tjóðarfótbóltsstadion Fraklands Stade de France í norður-forstaðnum Saint-Denis, har franski forsetin var millum áskoðararnar til vinarlandsdyst millum Frakland og Týskland.[16]
Álopini í París í november 2015 | |
---|---|
Staðsetingar av álopunum inni í París og Saint-Denis | |
Staður |
París, Frakland. 1: Rue Bichat og Rue Alibert (Le Petit Cambodge, Le Carillon, La Casa Nostra) 2: nærindis Stade de France 3: Rue de Charonne (La Belle Équipe) 4: Le Bataclan theatre 5: Rue de Charonne (La Belle Équipe) |
Dato |
13 november 2015 (2015-11-13) – 14 november 2015 (2015-11-14) 21:16 – 00:58 (CET) |
Slag av álopi | Hópskjóting, bumbing, gíslatøka, sjálvmorðsbumbuálop |
Vápn | |
Deyð |
137, av hesum |
Ikki-deyðiliga særd | 368,[4] (80–99 kritiskt)[5][6][7] harav 80 álvarsamt;[5] 3 doyðu seinni á sjúkrahúsi.[8] |
Brotsfólk |
Islamiskur Statur (ISIL, ISIS, IS)
|
Orsøk | Víðgongd islamisma. Hugsjónarligur illvilji móti París sum høvuðsstaður fyri 'andstygd og siðloysi'[10] og hevndaratgerð fyri fronsk loftálop í Sýria og Irak.[11] |
Tað deyðiligasta álopið fór fram inni í Bataclan teatrinum undir eini konsert við amerikanska metalbólkinum Eagles of Death Metal, har umleið 1500 fólk vóru. Fýra álopsmenn komu inn og fóru upp á balkongina, har teir byrjaðu at skjóta oman yvir mongdina av fólkum við AK-47 Kalasnikov riflum. Fólk fóru í panikk og tóku til rýmingar gjøgnum neyðdyr. Álopsmenninir tóku gíslar og fóru í holt við at avrætta tilvildarlig fólk í teatrinum, ið ikki náddu at flýggja. Løgreglulið stomaðu bygningin klokkan 00:58 lokala tíð, og skutu ein av teimum fýra álopsfólkum, meðan hini trý álopsfólkini tóku lívið av sær sjálvum við at útloysa bumbubeltið, ið tey høvdu bundið um miðjuna. Tilsamans átta álopsfólk eru dripin, og myndugleikarnir leita eftir samsekum, ið enn ganga leys.[13]
Forseti Fraklands François Hollande lýsti landið í undantaksstøðu stutt fyri miðnátt tann 13. november 2015 og gav boð um at landamørk Fraklands skuldu steingjast.