Whisky
From Wikipedia, the free encyclopedia
Whisky er eitt kornbrennivín, sum verður framleitt í fleiri londum. Men Skotland man vera tað landið, sum er kendast fyri sítt whisky. Er drykkurin úr USA, verður hann nevndur og skrivaður Bourbon, Rye whiskey, Tennessee whiskey ella Blended whiskey, og er drykkurin írskur siga og skriva vit Whiskey, ímeðan í Skotlandi og alla aðrastaðir er navnið Whisky. Nøvnini eru vard og ymiskar lógir og treytir eru ásettar fyri nær, hvørt heiti kann prentast á etikettu. Umframt skotar framleiða eisini írar, amerikmenn, walisarar, kanadiarar, sviar, japanar, fraklendigar, indarar, pakistanar og avstraliarar whisky. Kendastu framleiðararnir eru tó skotar, og fara vit í hesum faldaranum at leggja dent á skotskt whisky.
Vit skilja millum maltwhisky, sum er gjørt av maltaum byggi, og grainwhisky har majs er ráevni. Meginparturin av tí skotska whiskyinum verður lagrað, og er ein blandingur (blend) av maltwhisky og grainwhisky. Skotsk whisky hevur ein eyðkendan royksmakk, sum er treytaður av mongdini av maltaða bygginum, sum er turkað yvir brennandi torvi. Tað írska, kanadiska og amerikanska whiskyið hevur ikki henda royksmakk. Fyri at runda smakkin eitt sindur av, verður alt whisky lagrað í eikiføtum í nøkur ár. Er ikki annað viðmerkt, er styrkin 40 %.