Trøllakampar
From Wikipedia, the free encyclopedia
Trøllakampar (frøðiheiti Asplenium) hoyra til tann bólkin av plantum, ið verður kallaður blómuleysar plantur. Tað finnast 20.000 sløg av trøllakampum í heiminum, og er hetta slagríkasta fylki, aftaná fylkið við blómuplantum, ið telur 250.000 sløg. Flestu sløgini av trøllakampum finnast í tropunum og trívast best har vátt er. Trøllakampar verða mettir at vera "primitivt" plantuslag, ið er nær í ætt við upprunaplanturnar. Teir hava ikki blómur og seta ikki fræ, men nørast við grókornum, ið hjá summum trøllakampum sita í gróhópum aftanfyri á blaðnum, vardir av einum skjøldri, sum opnar seg, tá grókornini eru búgvin, so at tey kunnu spjaðast. Hjá øðrum sita teir á blaðkantinum, sum er rullaður inneftir, so leingi grókornini ikki eru búgvin.
Summi trøllakampasløg hava tvey sløg av bløðum, eitt slag ið er “sterilt” og eitt sum er “fertilt”. Tað “fertila” blaðið kann hjá summum sløgum vera heilt ymiskt frá tí “sterila”. Trøllakampur kann hava grókorn í milliónatali, men bert fáar nýggjar plantur koma burturúr. Bløðini hava ymiskt skap. Tey kunnu verða innskorin eina, tvær og fleiri ferðir ella als ikki innskorin. Við sínum sermerkta vakstrarlagi líkist trøllakampur, áður enn hann er fullvaksin, einum fiólhøvdi ella tí evsta á fiólini.