Svalbarð
From Wikipedia, the free encyclopedia
Svalbarð (á norskum Svalbard) er norskur oyggjaflokkur norðuri í Íshavinum. Svalbarð hevur umleið 2650 íbúgvar. Størstu búplássini eru Longyearbýurin, Barentsburg og Ný Ålesund. Fyrr var stór loðdýraveiða í oyggjunum, men einasta vinna nú er námsvinna. Russar hava nøkur kolanám í Spitsbergen. Kanningarstøðir eru í oyggjunum. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum. Serstakar reglur eru í gildi, til dømis skal einki hervald vera. Lítil skattur fær arbeiðsfólk at fara til Svalbarðs.
Navn: | Svalbarð |
Land: | Noreg |
Umsitingarmiðdepil: | Longyearbýur |
Sýslumaður: | Kjerstin Askholt |
Vídd: | 62 700 km² (Bjarnoy og aðrar smáoyggjar íroknaðar). |
Fólkatal (2012): | 2 642 |
Heimasíða: | Sysselmannen Archived 2007-07-02 at the Wayback Machine |
Landið liggur so langt norð, at tað um veturin er myrkt alt samdøgnið og ljóst um summarið. Á Svalbarð er polarnátt frá uml. 11. november til 30. januar. Hesa tíðina er vanligt, at himmalin verður upplýstur av norðlýsi. 60 prosent av Svalbarði eru undir jøklum. Skógur veksur ikki í arktiskum veðurlagi. Bara dýr, sum hava lagað seg eftir viðurskifunum, eru har: hvítabjørn, roysningur, tjúrur, kópur, rípa, fjallarevur og svalbarðsrein. Ansað verður væl eftir viðkvomu náttúruni. Ferðafólkini verða alt fleiri, og tey eru havd undir strongum eftirliti.
Svalbarð er stórt land, dupult so stórt sum Belgia. Svalbarð er eisini størri enn m.a. Danmark og Sveis. Landaøki er 62 700 ferkilometrar. Tær størstu oyggjarnar eru Spitsbergen, Nordaustlandet, Edgeøya og Barentsøya.