Sofi Oksanen
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sofi Oksanen (fødd 7. januar 1977 í Jyväskylä) er ein finskur rithøvundur. Pápi hennara er finni, mamman er fødd og uppvaksin í Estlandi, men flutti til Finnlands í 1970-árunum. Hon hevur útgivið fýra skaldsøgur umframt sjónleikir og essays. Hon hevur móttikið fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, eitt nú fekk hon Norðurlendsku virðislønina hjá Svenska Akademinum í 2013 og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2010.