Plantulívið í Føroyum
From Wikipedia, the free encyclopedia
Plantulívið í Føroyum er sera fjølbroytt. Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248.428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m., verður vøksturin berligari við sløgum, sum eru eyðkend fyri láglendið á tí arktiska økinum. Urtapílur, aksgrógvin bløðkuurt og grámosi eru ráðandi sløgini.
Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m. hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru vanligur heiðalyngur (Calluna vulgaris), tvíkynjaður berjalyngur (Empetrum hermaphroditum), aðalbláber (Vaccinium myrtillus), sjáldnari eisini føroyskur klokkulyngur (Erica cinerea) og heiðabláber (Vaccinium uliginosum). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú børkumura (Potentilla erecta), fagurligt pirikum (Hypericum pulcrum) og smá silkibond (Polygala serphylla). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum.
17 sløg eru sera hótt, 5 eru hótt, 23 eru viðbrekin, 3 eru útdeyð í Føroyum og eitt er nærum hótt. Tríggjar av plantunum eru útdeyðar í Føroyum. Tær eru reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium), leggstutt fransagras (Primula vulgaris) og lyngjavni (Lycopodium annotinum).[1] Reyð várhagasólja er serføroysk, og tað merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Tórshavn.
Sóljan (Caltha palustris) er tann sjónligasta plantan í láglendi okkara og ber boð um, at várið er komið. Hon blómar sera tíðliga, sum oftast frá fyrst í mai og inn í juni. Í 2005 gjørdist sóljan tjóðarblóma okkara.
Plantulívið í sjónum er eisini sera fjølbroytt, bæði í stødd og livimáta.