Nordland fylki
From Wikipedia, the free encyclopedia
Nordland er eitt fylki í Norra. Fylkið varð stovnað hin 1. januar 1919 og hevur ídag um leið 241 túsund íbúgvar. Síðan 1995 hoyrir lítla gosoyggin Jan Mayen fyrisitingarliga til Nordland fylki.
Meira kunning Skjøldur, Kort ...
Skjøldur | Kort |
---|---|
Land: | Noreg |
Størsti býur: | Bodø |
Íbúgvar (2023): | 241 084 |
Vídd: | 38 460 km² |
Staðseting: | 66°50′00″N 14°40′00″E |
Heimasíða: | www.nfk.no |
Lat aftur
Fylkið er býtt upp í fimm øki. Helgeland, Salten, Ofoten, Lofoten og Vesterålen. Høvuðssæti og umsitingin hjá fylkinum er staðsett í Bodø, sum eisini er størsti býurin í fylkinum.
Nordland hevur í norðri mark við Troms og Finnmark, móti eystri mark við Norrbottens län og Västerbottens län í Svøríki og móti suðri mark við Trøndelag. Vesturstrondin í Nordland fylkinum liggur fram við Norskahavinum og Atlantshavinum.