Norðurlendska virðislønin hjá Svenska Akademinum
From Wikipedia, the free encyclopedia
Norðurlendska virðislønin hjá Svenska Akademinum (á svenskum: Svenska Akademiens nordiska pris) er ein prísur, sum Svenska Akademiið handar á hvørjum ári hin 5. apríl ella ein av døgunum sum er um tað tíðina. Dagurin 5. apríl er stovningardagurin hjá Svenska Akademinum. Virðislønin er á 350.000 svenskar krónur, og er hon næststørsta virðislønin hjá Akademinum.