Millumtjóða eindarskipanin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Millumtjóða eindarskipanin, franskt Système International d'Unités, stytt SI, er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum.
SI-skipanin er frá 1960 og byggir á meturskipanina frá Meturkonventiónini frá 20. mai 1875, sum hevur verið ásett við lóg í Norðurlondum síðani aldarskiftið 1900. Meturskipanin er upprunaliga fronsk og varð fyrstu ferð ásett við lóg í Frankaríki tann 10. desember 1799.[1]
Síðani 1875 hava stovnarnir Conférence générale des poids et mesures (CGPM, luttakarar úr øllum limalondum, avgerðarrætt), Comité international des poids et mesures (CIPM, 18 valdir mátifrøðingar úr 18 londum, ráðgevar) og Bureau international des poids et mesures (BIPM, tænastustovnur) umsitið meturskipanina og seinni SI.[2]