Mannarættindi
From Wikipedia, the free encyclopedia
Mannarættindi eiga øll fólk, sama hvørja kyn, átrúnað, seksualitet, tjóðskap, húðarlit, rasu ella politiska áskoðan [1][2]. Grundleggjandi mannarættindi eru rætturin til frælsi, lív og javnlíkindi. At sleppa at liva er týdningarmesti mannarættur.
Frælsi at skriva og tala eru týðandi politisk- og borgarlig rættindi [3]. Tað er sensurur ella ritskoðan, tá ið rithøvundar og blaðfólk ikki sleppa at skriva tað, sum tey vilja. Og tað eitur propaganda, tá ið myndugleikar í sjónvarpi, bløðum, útvarpi og bókum bara greiða frá tí, sum teir sjálvir siga er rætt. Skrivi- og talufrælsið trívst best, har ið fólkaræði er. Propaganda og sensurur eru mest, har ið einaræði er.
Vit hava vant okkum við, at samfelagið verður stýrt eftir lógum og reglum, sum landsins kosnu menn seta í gildi, og at hesar fyriskipanir eru stuðulin undir flestu rættindum okkara. Mannarættindini harafturímóti eru truplari at seta í verk og halda. Tey eru viðtikin í altjóða sáttmálum.
Mong lond og ríkissamgongur hava stovnað egið mannarættindaráð, sum skal síggja til, at myndugleikarnir virða mannarættindini. Og tí kunnu bæði sjálvstøðug lond, tjóðir og einstaklingar klaga um brotin mannarættindi. Mangir felagsskapir, sum eru knýttir at ST, umframt Reyðikrossur, Bjargið Barninum, Heimsráð Kirkjunnar, Amnesty International o.m.a gera eisini sítt at verja mannarættindini. Evroparáðið hevur eisini gjørt sítt á hesum øki. "Evropeiska mannarættindaráðið", ið er stovnað og "Evropeiski mannarættindadómstólurin" er grundfestur á "Evropeisku mannarættindayvirlýsingina", sum varð sett í gildið í 1953.