Mann
From Wikipedia, the free encyclopedia
Isle of Man, Mann ella Mon sum hon eisini verður nevnd (Ellan Vannin á manskum), er sjálvstýrandi oyggj í Írska sjónum, men undir enskum kongadømi. Stjórnin á oynni eitur Tynwals, og her verða summar týðandi avgerðir tiknar. Upprunamálið er manskt - keltisk mál, sum næstan er útdeytt og bara verður talað við hátíðarligt høvi. Oyggin hevur áður havt sjálvræði. Árini 1405 til 1765 var oyggin Man sjálvstøðugt kongsríki.
| |||
Tjóðarslagorð: Quocunque Jeceris Stabit | |||
Tjóðsangur: Arrane Ashoonagh dy Vannin | |||
Alment mál | Enskt, Manskt | ||
Høvuðsstaður | Douglas | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Forsætisráðharri | Donald Gelling | ||
Fullveldi | Onki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
572 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
84 497 148/km² | ||
Gjaldoyra | Isle of Man pound (GBP) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .im | ||
Telefonkota | +44-1624 | ||
Í miðøld var oyggin undir norskum valdi. Enn eru staðanøvnini mest øll norrøn.