Lord Byron
From Wikipedia, the free encyclopedia
George Gordon Byron, 6. Baron Byron, seinni George Gordon Noel, 6. Baron Byron (22. januar 1788 – 19. apríl 1824), best kendur sum Lord Byron, var eitt skald úr Onglandi og ein av undangongumonnunum innan ta romantisku rørsluna. Av hansara kendastu verkum eru tær longu frágreiðandi yrkingarnar Don Juan og Childe Harold's Pilgrimage og yrkingin "She Walks in Beauty." Hann verður mettur at vera ein av størstu yrkjarum Bretlands.
Hann ferðaðist fyri at stríðast ímóti tí Ottomanska Ríkinum í grikska frælsisstríðnum, og fyri hetta verður hann av grikkum sæddur sum ein tjóðarhetja.