Karlsruhe
From Wikipedia, the free encyclopedia
Karlsruhe er ein býur í stakríkinum Baden-Württemberg í útsynningshorninum av Týsklandi. Býurin liggur í ein útnyrðing úr Stuttgart og sunnanfyri býirnar Mannheim og Heidelberg.
Ríná rennur fram við býnum. Hinumegin ánna liggur vakra fjallalendið Pfälzerwald og landnyrðingshornið av Fraklandi.
Við árslok 2018 búðu í Karlsruhe 313.092 fólk. Harvið er hann næststørsti býur í Baden-Württemberg, beint eftir Stuttgart.
Týski hægstirætturin er í Karlsruhe.