Jól
From Wikipedia, the free encyclopedia
Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga.
Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í Norðurlondum, men í t.d. Bretlandi og USA eita jólini "Christmas".
Í Føroyum hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av kristna heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember.