Hjáland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hjáland er land ið annað land ræður yvir. Ófrælst land. Um 10 mió. fólk í heiminum eru til dømis undir bretskum, donskum, norskum, fronskum, portugisiskum, amerikonskum, nýsælandskum ella avstralskum yvirræði. Henda skipan er leivd frá hjálandatíðini, og ósjálvstøðugu londini eru enn undir hjálandaharrum sínum. Í nøkrum londum verða hesi viðurskifti broytt, til dømis varð Hongkong latið Kina aftur í 1997. Nøkur lond og landøki verða verandi undir útlendskum yvirvaldi av hernaðarligum ella fíggjarligum orsøkum; onnur verða verandi, tí at yvirvaldið og meirilutin av fólkinum í ósjálvstøðuga landinum halda tað verða ov fáment, veikt ella ov fjarskotið til at standa á egnum beinum.
Hjálandatíðin frá 1870 til 2. heimsbardaga verður ofta nevnd imperialisman (týðir harradømi ella veldi). T.d. verjuleysa Afrika varð lættur fongur hjá imperialismuni. Á fundi í Berlin í 1884 til 1885 býttu stórveldini í Evropa Afrika sínaámillum. Eftir Seinna heimsbardaga tóku hjálondini í Afrika og Asia sær sjálvræði, eitt fyri og annað eftir. Hjálondini í Amerika tóku sær eisini sjálvræði í 18. og 19. øld. Størsta hjálandið, India, tók sær sjálvræði í 1947.
Nøkur lond kring heimin hoyra til onnur lond og eru so statt ikki sjálvstøðug. Flestu teirra eru smáar oyggjar. Men talan er eisini um stór lond, so sum Tibet, Grønland, Puerto Riko, Vestursahara og Franska Gujana. Summi lond, ið ikki eru sjálvstøðug, hava eitt ávíst sjálvstýri. Føroyar og Grønland, ið hoyra undir Danmark, hava til dømis hvørt sær heimastýri og kunnu sjálv taka avgerðir innan fyri ávís mørk. Onnur lond hoyra heilt og fult til móðurlandið, og kunnu ongar avgerðir taka sjálv. Avgerðirnar verða tiknar í stýrandi landinum, og tað kann vera langt burtur, kanska hinumegin jørðina. Til dømis verður Franska Gujana stýrt úr París í Fraklandi.