Hannah Montana
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hannah Montana var ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð, ið varð send frá 24. mars 2006 - 16. januar 2011 í USA. Fríggjadagin 12. november 2011 var síðsti parturin av heimskendu sjónvarpsrøðini vístur á Disney Channel. Sjónvarpsrøðin um vanligu gentuna Miley Stewart, sum livir eitt dupult lív, sum poppstjørnan, Hannah Montana, er nú endað eftir 95 partar og filmin Hannah Montana: The Movie (2009).
Land | USA |
Mál | Enskt |
Sjangra | Sitcom |
Sesongir | Fýra |
Framleiðari | Michael Poryes |
Tónleikur | Matthew Gerrard Miley Cyrus |
Leikarar | Miley Cyrus Emily Osment Mitchel Musso Jason Earles Billy Ray Cyrus |
Longd | 23-24 minuttir |
Sjónvarpsrøðin hjá Disney Channel gjørdist beinavegin væl umtókt. Átjan ára gamla Miley Cyrus hevur í næstan 4 ár leikt høvuðsleiklutin í kendu sjónvarpsrøðini saman við pápanum, Billy Ray Cyrus sum eisini leikar pápi hennara. Sjónvarpsrøðin minnir nógv um veruliga lívið hjá filmsstjørnuni og sangarinnuni Miley Cyrus, og hon hevur sjálv sagt, at tað ikki rættiliga er sjónleikur, tá hon leikar Miley Stewart. Allar tríggjar genturnar Miley Cyrus, Miley Stewart og Hannah Montana er vorðnar heimskendar og hava havt konsertir um allan heimin.
Í fyrstuni var tað mest Hannah Montana, fólk vildu hoyra, men tá Miley Cyrus er blivin vaksnari og vil sjálv royna seg sum sangarinnu, vilja flest fólk hoyra hana syngja. Hon hevur eisini spælt í filminum The Last Song.