Gdańsk
From Wikipedia, the free encyclopedia
Gdańsk (á týskum Danzig) er ein býur i Póllandi, sum hevur umleið 460.000 íbúgvar. Býurin er ein hin týdningarmesti havnabýur Póllands. Býurin liggur í Norðurpóllandi út til Eystrasalt (Baltiska havið). Býurin hevur áður hoyrt til Týskland og hevur eisini verði sjálvstøðugur til tíðir. Býurin Gdansk í Eysturproysalandi í Norðurpóllandi, er søguligur býur, bygdur í miðøld. Í 1356 kom hann upp í týsku Hansasamgonguna og gjørdist ein av týdningarmestu handilsbýum við Eystarasalt. Næstan allur býurin var oyðilagdur undir Seinna heimsbardaga, men er nú endurreistur í upprunaligum líki.
Hendan greinin er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hann. |