Franklin D. Roosevelt
From Wikipedia, the free encyclopedia
Franklin Delano Roosevelt (føddur 30. januar 1882 í New York – deyður 12. apríl 1945 í Georgia) var 32. forseti í Sambandsríki Amerika. Roosevelt varð afturvaldur í 1936, í 1940 og aftur í 1944. Roosecelt doyði 12. apríl 1945 í Georgia. Nakað eftir deyða hansara var tann reglan samtykt, at eingin forseti mátti sita longur enn tvey valskeið. Hetta varð gjørt til tess at tryggja, at eingin forseti gjørdist so sterkur, at hann fekk ov nógv vald á Kongressini og stakríkjamyndugleikunum.
Franklin D. Roosevelt | |
---|---|
Franklin D. Roosevelt í 1933 | |
Føddur | 30. januar 1882 Hyde Park, New York USA |
Doyði | 12. apríl 1945 Warm Springs, Georgia USA |
Útbúgving | Løgfrøði |
Yrki | Politikari (D) |
Trúgv | Anglisisma |
Á tí síðsta fundinum millum Roosevelt, Winston Churchill og Jósef Stalin komu teir ásamt um at kalla saman til eina ráðstevnu í Kalifornia á vári 1945 við tí endamáli at gera nærri ætlanir um ein altjóðafelagsskap. Á hesi ráðstevnuni, har umboð úr 51 londum luttóku, varð so samtyktin um Sameindu Tjóðirnar viðtikin. Hon kom í gildi tann 24. oktober - tann dagin, sum síðan tá hevur verið hildin um allan heim sum ST-dagurin.
Roosevelt dugdi stak væl at nýta fjølmiðlarnar. Í tiltiknu røðum sínum kom hann á tal við meginpartin av amerikanska fólkinum, og tey stuðlaðu honum dyggiliga.