Flensborg
From Wikipedia, the free encyclopedia
Flensborg ella Flensburg (týskt: Flensburg, danskt og lágtýskt: Flensborg, frisiskt: Flansborj, mál av Suðurjútlandi: Flensborre) er ein gamal havnarbýur í Norðurtýsklandi. Mót norðri hevur býurin mark við Danmark. Flensborg er triðstørsti býur í Schleswig-Holstein (týskt: Schleswig-Holstein, íslendskt: Slésvík-Holtsetaland, danskt: Slesvig-Holsten) eftir Kiel og Lübeck. Býurin er 56,38 km² til víddar og hevur 88,486 íbúgvar (30. november 2009). Stóra Flensborgar økið hevur umleið 133,000 íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, týskt og danskt.
Meira kunning Skjøldur, Kort ...
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Týskland |
Landslutur: | Schleswig-Holstein |
Vídd: | 56,38 km² |
Íbúgvar (31.12.2012): | 83 462 |
fyri km²: | 1480/km² |
Postnummar: | D 24901 - 24944 |
Borgmeistari: | Simon Faber (SSW) |
Alment mál: | Týskt, danskt |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | www.flensburg.de |
Kort av býnum | |
Lat aftur