Devon
From Wikipedia, the free encyclopedia
Devon er eitt greivadømi (county), sum liggur í útsynningsparti av Onglandi. Fyrrverandi heiti er Devonshire.
Móti vestri hevur greivadømið mark til Cornwall, í eystri mark við Dorset og í landnyrðingspartinum við Somerset. Í 2018 búðu næstan 1,2 mió fólk í økinum, sum er 6.707 ferkilometrar til víddar. Miðdepilin er í Exeter, ið samstundis er næststørsti býur í greivadøminum. Størsti býur er Plymouth. Aðrir kendir býir eru Torquay og Exmouth.