Corniskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Corniskt ella Kornbretskt (corniskt: Kernowek ella Kernewek) hoyrir til Brythonisku málini. Corniskt, ið søguliga varð tosað í Cornwall, doyði út í 18'du øld, og seinasti persónur ið hevði corniskt sum móðurmál, sigst hava verið Dorothy Pentreath ið doyði í 1777.
Corniskt - Kornbretskt (Kernowek - Kernewek) | ||
---|---|---|
Tosað í: | Cornwall (UK) Sum móðurmál: (Nøkur fá undir 20 ár) (2003), sum nr. tvey mál: 600 (2003) 3.500 (2008) | |
Tosandi íalt: | 3.500 (2008) Útdeytt sum talumál í 18. øld, afturlívgað í 1904 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt keltiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | kw | |
ISO 639-2: | cor | |
ISO 639-3: | cor
. |
Í 19'du øld kyknaði tjóðskaparkenslan í Cornwall, og í 20'du øld varð farið undir at afturlívga corniska tungumálið út frá varðveittum tekstum frá miðøldini. Í dag eru um 3.500 fólk ið hava kunnskap til corniskt, men bert eini 200 duga tað flótandi. Nøkur børn vaksa nú eisini upp við corniskum sum móðurmáli.
Í miðøld, meðan corniskt framvegis var høvuðsmálið í Cornwall, vórðu drama skrivað á corniskum. Í dag verður aftur skrivað á corniskum, kendasti rithøvundurin er Tim Saunders. Eisini finnast tónleikabólkar, so sum Skwardya og Krena ið syngja á corniskum.