Chicago
From Wikipedia, the free encyclopedia
Chicago er ein býur í stakríkinum Illinois í USA. Hann hevur umleið 2,9 mió. íbúgvar og er triðstørsti býur í USA. Orðið Chicago kemur úr Illinois-Miami "shikaakwa" og merkir villleykur. Millum annað liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, Sears Tower, í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Í 1850 búðu bert 30 000 fólk í Chicago, men í 1890 var íbúgvatalið meira enn ein millión fólk.