Barack Obama
From Wikipedia, the free encyclopedia
Barack Hussein Obama jr. (føddur 4. august 1961 í Honolulu, Hawaii) er fyrrverandi forseti í USA. Hann var tann 44. í røðini og umboðaði demokratarnar. Obama er sonur Stanley Ann Durham úr Kansas og Barack Obama eldra úr Kenja. Klokkan 17:05 føroyska tíð 20. januar 2009 varð Obama tikin í eið sum tann 44. amerikanski forsetin. Stutt áðrenn Barack Obama varð tikin í eið sum forseti, varð Joe Biden tikin í eið sum varaforseti. Han sat sum forseti í átta ár, til 20. januar 2017, tá ið eftirmaður hansara, Donald Trump, varð svorin í eið sum forseti.
Barack Obama | |
---|---|
44. forseti í USA | |
Í embæti 20. januar 2009 – 20. januar 2017 | |
Varaforseti | Joe Biden |
Undanmaður | George W. Bush |
Eftirmaður | Donald Trump |
United States Senator frá Illinois | |
Í embæti 3. januar 2005 – 16. november 2008 | |
Undanmaður | Peter Fitzgerald |
Eftirmaður | Roland Burris |
Limur í Illinois Senatinum frá 13. valdømi | |
Í embæti 8. januar 1997 – 4. november 2004 | |
Undanmaður | Alice Palmer |
Eftirmaður | Kwame Raoul |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | Barack Hussein Obama II (1961-08-04) august 4, 1961 (aldur 62) Honolulu, Hawaii, U.S. |
Politiskur flokkur | Demokratiski Flokkurin |
Hjúnafelagi(ar) | Michelle Obama (g. 1992–nú) |
Børn | Malia Obama (dóttir) Sasha Obama (dóttir) |
Bústaður | Hvíta Húsið |
Útbúgving | Punahou School |
Alma mater | Occidental College Columbia University (B.A.) Harvard Law School (J.D.) |
Átrúnaður | Kristindómur |
Undirskrift | |
Heimasíða | barackobama.com |
Tað var í Kogelo í Vesturkenja, at pápi Barack Obama varð føddur. Hóast Obama ongantíð kendi pápa sín av álvara, so verður hann í Kenja mettur sum ein, ið er haðani. Nógvastaðni í Kenja er andilitið á Obama at síggja á blusum, og fólkið í Kenja setir sítt álit á, at Obama fer at gera sítt til at hjálpa fólkinum í Afrika. Pápi Obama var svartur og mamman hvít, men kanningarnar hjá ættargranskarunum vísa, at tað er í móðurættina, at forsetin er í ætt við tann afroamerikanska trælin John Prunch, sum búði í tí, sum nú er staturin Virginia. Kanningarnar hjá ættargranskarunum hava avdúkað, at hesin John Prunch flýddi úr Virginia, men varð tikin í Maryland og dømdur at liva sum trælur. Hann verður tí mettur sum tann fyrsti trælurin í USA, sum er skrásettur sum trælur í amerikonskum skjølum.
Eingin amerikanskur forseti hevur ferðast so nógv í sínum fyrsta emblætisári sum Barack Obama. Fyrstu átta mánaðirnar var hann í 16 londum ella í einum fleiri enn George Bush eldri, sum vitjaði 15 lond í sínum fyrsta forsetaári.