Aramæiskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Aramæiskt (fornsýriskt ܐܪܡܝܐ Aramaya) er eitt nú svinnandi semitiskt mál, sum hevur eina minst 3000 ára gamla søgu. Aramæiskt er nær skilt við fønikiskt og hebraiskt, og fjarari (longri úti), við arabiskt. Gamla aramæiska skriftmálið legði lunnar undir øðrum nýggjari skriftmálum, t.d. hebraiskum og arabiskum. Aramæiskt var gerandismál í Juda í seinna tempultíðarskeiðnum (539 f.Kr.-70 e.Kr.), og fleiri jødiskir tekstir, m.a. partar av bíbliuni (gamla testamenti), vórðu skrivaðir á aramæiskum. Málið verður hildið at vera móðurmálið hjá Jesusi og teimum hann prædikaði fyri í síni samtíð. Aramæiskt var gerandismálið í meginpartinum av Miðeystri fram til 7. øld, tá islam og harvið arabiska málið tók yvir. Nútíðar aramæisk málføri (dialektir) nevnd "nýaramæiskt" (Neo-Aramaic) verða enn tosað av uml. 4-500.000 kristnum upprunafólkum í Miðeystri, har meginparturin av teimum kristnu nú annars tosa arabiskt, og av assýriskum útlegdarfólki, serliga í vesturheiminum.
Aramæiskt ܐܪܡܝܐ, ארמית Arāmît | ||
---|---|---|
Tosað í: | Sum (ný-aramæiskt) móðurmál hjá kristnum minnilutum í Irak, Iran, Sýria, Turkalandi og í assýrisku útlegdini (Átrúnaðarligt mál hjá kristnum maronittum í Libanon). | |
Tosandi íalt: | uml. 550.000 í 1994 | |
Málætt: | Afro-Asiatiskt semitiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | he | |
ISO 639-2: | heb | |
ISO 639-3: | heb
. |
Í núlivandi málførunum (dialektiunum) eru tveir høvðusbólkar, assýriskt nýaramæsikt (Assyrian Neo-Aramaic) og kaldæiskt nýaramaiskt (Chaldean Neo-Aramaic) ið umfata uml. 90% av øllum teim aramæisktmæltu. Hesi búgva í útnyrðingsIran, landsynningsTurkalandi og Norður Irak. Nýaramæiskt varð tosað av kristnu maronittunum í Libanon fram til 17 øld tá tað var endaliga avloyst av arabiskum. Síðan hevur tað bara verið brúkt sum gudstænastumál av maronittunum.