Algeria
From Wikipedia, the free encyclopedia
Algeria (arábiskt: الجزائر / al-Jazā'ir, tamazight: ⴷⵣⴰⵢⴻⵔ / Dzayer ) er størsta land í Afrika. Algeria hevur mark við Marokko og Móritania í vestri, Mali og Niger í suðri og Tunesia og Libya í eystri. Í norðri liggur Miðjarðarhavið. Størsi býurin og høvuðsstaður er Alger. Aðrir stórir býir er Oran, Constantine, Annaba og Batna. Miðallívsævin í landinum er 73,77 ár. Høvuðsmálið er arábiskt.
| |||
Tjóðarslagorð: From the people and for the people | |||
Tjóðsangur: Kassaman | |||
Alment mál | Arábiskt, Tamazight | ||
Høvuðsstaður | Alger | ||
Forseti | Nadir Larbaoui (نذير العرباوي) | ||
Løgmaður | Aymen Benabderrahmane (أيمن بن عبد الرحمان) | ||
Fullveldi | 5. juli 1962 (frá Frakland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2 381 741 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2017 - tættleiki |
42 400 000 18/km² | ||
Gjaldoyra | Algeriskur dinarur (DZD) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .dz | ||
Telefonkota | +213 | ||
Meginparturin av fólkinum í Algeria býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. 30,1 prosent av fólkinum eru ikki lesifør og 12,9 prosent av fólkinum er arbeiðsleys. Landið hevur umleið 33,7 millionar íbúgvar. Næstan allir algeriar eru muslimar (99 prosent av fólkinum).
Meðan fraklendingar ráddu, búsettu hundraðtúsundtals evropearar seg í Algeria, men mangir teirra fóru av aftur landinum, tá ið landið fekk sjálvstýri.