Albrecht Dürer
From Wikipedia, the free encyclopedia
Albrecht Dürer (føddur 21. mai 1471 í Nürnberg, deyður 6. apríl 1528 sama stað) var ein týskur málari, teknari, grafikari, gullsmiður og listateoretikari. Hann verður roknaður sum tann fremsti myndalistamaðurin í tí týska ríkinum undir reformasjónini, og sum ein av teimum fremstu listafólkunum í vesturlendsku listasøguni. Tað er serliga sum grafikari, at hann hevur fingið hesa viðurkenningina.