Afghanistan
From Wikipedia, the free encyclopedia
Afghanistan (Pashtu: د افغانستان اسلامي امارت Də Afġānistān Islāmī Imārat, Persiskt/Dari: امارت اسلامی افغانستان Imārat-i Islāmī-yi Afghānistān), ella Tað islamska emiratið Afghanistan er land í Miðeystur og Miðásia. Kabul er høvuðsstaðurin. Kabul hevur 2,99 mió íbúgvar. Aðrir stórir býir er Qandahar (329 300 íbúgvar), Herat (161 700 íbúgvar) og Mazare-Sharif (232 800 íbúgvar). Landið hevur mark við Turkmenistan, Usbekistan, Tadsjikistan, Kina, Pakistan og Iran. Afghanistan er av fátækastu londum í heiminum. Afghanistan er eitt land, har kríggj er gerandisdagur, og hvar fleiri børn læra at brúka eitt vápn enn ganga í skúla. Tað eru nógvir víðgongdir islamistar í landinum, men einaferð búðu her friðarelskandi buddhistar.
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Milli Tharana | |||
Alment mál | Afghansk persisk / Dari, Pashtu | ||
Høvuðsstaður | Kabul | ||
Leiðari (Amir) | Hibatullah Akhundzada | ||
Forsætisráðharri | Hasan Akhund (virkandi) | ||
Fullveldi | 8. august 1919 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
647,500 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
30.419.928 43,5/km² | ||
Gjaldoyra | Afgani (AFN) | ||
Tíðarøki | UTC +4.30 | ||
Økisnavn á alnetinum | .af | ||
Telefonkota | +93 | ||
Afghanistan hevur verið krígsherjað í fleiri ár. Í nógv ár var landið eisini stýrt av Taliban rørsluni, til 2001, tá teir vórðu koyrdir frá.