Abraham Lincoln
From Wikipedia, the free encyclopedia
Abraham Lincoln (f. 12. februar 1809 - d. 15. apríl 1865), løgfrøðingur, føddur í Kentucky í USA, var ágrýtin forseti. 15. apríl 1865 varð hann myrdur. Ein sjónleikari, ið helt við suðurríkjunum, skeyt hann. Lincoln er ein hin mætasti forseti í USA. Lincoln var kendur sum forseti, tí hann var forseti, tá borgarakríggið var, og tað var eisini hann, sum tók stig til at fáa enda á trælahaldinum í USA.
Abraham Lincoln | |
---|---|
Føddur | 12. februar 1809 Hardin County, Kentucky USA |
Doyði | 15. apríl 1865 District of Columbia USA |
Útbúgving | Løgfrøði |
Yrki | Politikar (R) |
Trúgv | Kristin |
Sum hin 16. forsetin í USA kom Lincoln at taka avgerðir, ið fingu sera stórar avleiðingar fyri amerikanska fólkið. Hann verður roknaður sum størsti og besti forseti, ið USA nakrantíð hevur havt. Avgerðirnar, ið hann tók, komu eisini at kosta honum lívið. Hann doyði av skotsári tann 15. apríl 1865 bert 56 ára gamal. Allur heimurin syrgdi deyða hansara. Lincoln var m.a. beinleiðis orsøkin til, at trælahaldið fekk mønustingin, og at Sambandsríki Amerika sum samveldi yvirlivdi.